Uttanlands

Netanyahu: Vit gera framstig

Ísraelski forsætisráðharrin vónar at fáa góð tíðindi skjótt

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu (Mynd: EPA)

2023-11-21 15:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt boðaði ovasti leiðarin fyri Hamas, Ismail Haniyeh frá, at tey nærkast einari avtalu um vápnahvíld og leyslating av gíslum í Gaza, og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu boðar nú eisini frá, at framstig verða gjørd.

– Vit gera framstig. Eg haldi ikki, tað er vert at siga ov nógv, ikki í løtuni, men eg vóni, at góð tíðindi koma skjótt, sigur hann.

Skrivstovan hjá Netanyahu upplýsir eisini, sambært  Reuters, at fleiri stjórnarfundir verða í kvøld.

Tað var um vikuskiftið, at amerikanski miðilin The Washington Post bar tíðindini um, at partarnir nærkaðist einari avtalu. 

Avtalan inniber, sambært The washington Post, at vápnahvíld verður millum Ísrael og Hamas í í minsta lagi fimm dagar, og at 50 ella fleiri gislar verða leyslatnir. Eisini skal meira neyðhjálp sleppa inn í Gaza.

Les eisini: Nærkast avtalu um vápnahvíld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder