Innanlands

Nevndarskifti í Akademikarafelagnum

Felagið hevði ársaðalfund 29. august – Páll Nolsøe er nýggjur formaður

Nevndin í AKF: Robert Thomassen, Anton Arge, Páll Nolsøe og Gunn Hanusardóttir Møller (Mynd: Akademikarafelag Føroya)

Nevndin í AKF: Robert Thomassen, Anton Arge, Páll Nolsøe og Gunn Hanusardóttir Møller (Mynd: Akademikarafelag Føroya)

2020-09-18 19:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 29. august hevði Akademikarafelag Føroya (AKF) ársaðalfund í Kaffihúsinum.

AKF er yvirskipað samstarvsfelag fyri fakfeløg, hvørs limir hava akademiska útbúgving. Limafeløgini í AKF eru Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag og Arkitektafelag Føroya.

Á skránni fyri aðalfundin var val av nýggjum formanni. Formaðurin síðani 2018, Ole Jensen, bar seg undan afturvali, tí hann vegna aldur fer frá til várs, skrivar felagið í tíðindaskrivi. Páll Nolsøe varð valdur í hansara stað.

Á ársaðalfundinum tilnevna limafeløgini teirra nevndarlimir.

Fyri Føroya Verkfrøðingafelag varð Gunn Hanusardóttir Møller tilnevnd. Hon tekur við eftir Mariu Chun Nielsdóttir, ið bar seg undan afturvali.

Fyri Arkitektafelag Føroya varð tilnevndur Robert Thomassen, ið tekur við eftir Ola Jensen.

Páll Nolsøe varð tilnevndur fyri Magistarafelag Føroya, og Anton Arge er nevndarlimur fyri Føroya Byggifrøðingafelag.

Nevndin hevur síðani skipað seg soleiðis: Páll Nolsøe, formaður, Anton Arge, næstformaður, Gunn Hanusardóttir Møller, kassameistari og Robert Thomassen, skrivari.

AKF, ið varð stovnað í 2008, hevur í dag áleið 550 limir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder