Innanlands

Nevndin í Organistfelagnum heldur fram

Felagið skipar fyri ráðstevnu um organistfakið í heyst

(Tilvildarlig savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Tilvildarlig savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-21 16:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týskvøldið helt Organistfelagið aðalfund í Fuglajarðar kirkju. Organistfelagið varð stovnað í 2002, og tí var hetta aðalfundur nr. 20 hjá felagnum.

Nakrar av høvuðsuppgávunum hjá Organistfelagnum eru m.a. at:

  • At tryggja neyðugu tilgongdina til organiststarvið, so allar kirkjur hava organist til sínar tænastur.
  • At virka fyri góðum fíggjarligum og karmum hjá organistum
  • At menna verandi organistundirvísing og útbúgving organistútbúgving her á landi.
  • At menna kirkjutónleik yvirhøvur í føroysku kirkjunum.
  • At vera stuðulsfelag fyri organistar

Organistfelagið skipar javnan fyri skeiðum í orgulspæli, og kemur í heyst ætlandi eisini at skipa fyri eini ráðstevnu um organistfakið og leiklutin hjá organistum í fólkakirkjuni. Felagið leggur eisini kunning um sítt virksemi og orgulfakið út á www.orgul.fo

Verandi nevnd varð afturvald á aðalfundinum, og hevur hesa samanseting:

Símun Hammer, organistur í Gøtu kirkju – formaður
Albert Pæturson, 1. organistur í Hoyvíkar kirkju – skrivari
Óli Nicodemussen, organistur í Ebenezer – nevndarlimur
Jóhanna Johannesen, organistur í Christianskirkjuni – nevndarlimur
Arni Petersen, organistur í Gøtu og Leirvík – eykalimur
Anita Ellendersen, organistur í Hoyvík - eykalimur 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder