2020-09-02 21:37
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Sunnudagin 30. august varð útsetti ársaðalfundurin hjá Reyða Krossi hildin.
Formaðurin, Jóannes Eidesgaard, og næstformaðurin, Torfinn Højgaard, stóðu fyri vali, og teir vórðu báðir afturvaldir. Tiltakslimirnir Hans Jákup Simonsen og Bergliot Ihlen stóðu somuleiðis fyri vali, og tey vórðu eisini afturvald, skrivar Reyði Krossur í tíðindaskrivi.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Jóannes Eidesgaard, formaður
Torfinn Højgaard, næstformaður
Mary-Ann Thomsen, kassameistari
Kristianna Winther Poulsen, skrivari
Eyrith Guttesen Leyni, nevndarlimur
Hans Jákup Simonsen, tiltakslimur
Bergliot Ihlen, tiltakslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald