Innanlands

Nevndin tók eina suveræna avgerð um at siga stjóran úr starvi

Rættleiðing frá nevndini í Føroya Tele

Jan Ziskasen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jan Ziskasen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-25 20:39 Author image
Innsent
placeholder

Valið stóð ikki millum at koyra nevnd ella stjóra, eins og summi hava valt at tulka eina orðing hjá nevndarformanninum í Føroya Tele. Ein samd nevnd tók eina suveræna avgerð um at loysa stjóran úr starvi, tí tað er best fyri samtakið. Tað er eisini neyðugt at undirstrika, at landsstýrismaðurin ongan leiklut átti í hesum máli. 

Ein orðing hjá Bjarna Arnason, nevndarformanni í Føroya Tele, er tulkað sum, at antin fór nevndin frá, ella fór stjórin frá. Hetta er ein reingjandi útlegging av einum dømi, sum nevndarformaðurin tók fram á fundi við starvsfólkini í Føroya Tele fríggjamorgunin.

Bjarni Arnason nevndi sum dømi, at ein nevnd skal gera tað, sum er best fyri eina fyritøku. Um ein nevnd t.d. ikki loysir ein stjóra úr starvi, um tað er best fyri fyritøkuna, so veksur trupulleikin, og tá kann nevndin ábyrgjast. Í slíkum føri noyðist nevndin at taka avleiðingarnar, tí eigarin uttan iva velur eina betur skikkaða nevnd.

Hetta var bert eitt dømi á fundinum fríggjamorgunin, og hetta var sostatt ikki støðan, tá ið Jan Ziskasen var loystur úr starvi. Tí er eisini neyðugt at undirstrika, at landsstýrismaðurin ongan leiklut átti í hesum máli. Hansara uppgáva er at velja nevndina á aðalfundinum, og millum aðalfundirnar tekur nevndin suverænar avgerðir uttan íblanding frá eigaranum – tað er grundleggjandi fyri bæði privat og almenn partafeløg. Tað hevur serligan týdning fyri almenn partafeløg, at politisk íblanding ikki fer fram, tí annars verður grundin máað undan allari skipanini.

Í roynd og veru kann hetta tískil heldur ikki vera eina verulig støða, tí ein nevnd setur stjóran, og eigarin velur nevndina. Hesi viðurskifti kunnu sostatt ikki beinleiðis teingjast saman, soleiðis sum tað er lagt út í fjølmiðlunum í dag endurgivið frá ónevndum starvsfólkum.

Ítøkiliga støðan kring stjórauppsøgnina í Føroya Tele er, at nevndin er vorðin kunnug við, at kappingarmyndugleikarnir nú í tveimum málum meta, at kappingarreglurnar ikki eru hildnar. Samtaksstjórin hevur kunnað nevndina um, at felagið einki skeivt hevur gjørt. Nevndin metir tó, at eingin ivi skal vera um, at Føroya Tele – sum eitt alment partafelag – heldur landsins lógir.

Tað er ein trupulleiki, at fleiri mál taka seg upp, har kappingarmyndugleikarnir meta, at talan er um revsiverd viðurskifti. Nevndin hevur tí mett, at ein øðrvísi tilgongd skal leggjast fyri mál, har talan er um kapping, enn arbeiðshátturin sum fyrrverandi samtaksstjórin higartil hevur sýnt. Um nevndin ikki rættar slíkar trupulleikar, kann nevndin ábyrgjast fyri ikki at røkja felagsins áhugamál nóg væl, eins og víst á omanfyri.

Tað stutta av tí langa er sostatt, at ein samd nevnd tók eina suveræna avgerð um at siga samtaksstjóran í Føroya Tele úr starvi, tí tað er best fyri samtakið.

Vinaliga
Nevndin í Føroya Tele

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder