
Á býráðsfundi seinnapartin var nevndarval og val av borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.
Sum vit hava skrivað fyrr í kvøld varð Heðin Mortensen einmælt valdur sum borgarstjóri. Annfinn Brekkstein varð valdur 1. varaborgarstjóri og Annika Olsen varð vald sum 2. varaborgarstjóri.
Nevndirnar vóru eisini. Her er greitt, at Anfinn Brekkstein, sum er einsamallur limur í samgonguni úr Sambandsflokkinum fær ein nevndarformanssess, meðan Javnaðarflokkurin sum hevur heili seks býráðsumboð fær restina.
Í fíggjarnevndini eru fastir limir:
Heðin Mortensen (C)
Annfinn Brekkstein (B)
Tróndur Sigurðsson (C)
Elsa Berg (E)
Annika Olsen (A)
Í býarskipanarnevndini eru fastir limir:
Tróndur Sigurðsson (C)
Annfinn Brekkstein (B)
Kári Johansen (C)
Ruth Vang (F)
Jákup Dam (E)
Í teknisku nevnd eru fastir limir:
Tróndur Sigurðsson (C)
Kári Johansen (C)
Bjørg Dam (C)
Jákup Dam (E)
Ruth Vang (F)
Fastir limir í náttúru- og umhvørvisnevndini eru:
Bjørg Dam (C)
Súna Mørk (C)
Annfinn Brekkstein (B)
Elsa Berg (E)
Gunvør Balle (E)
Fastir limir í mentamálanevndini eru:
Annfinn Brekkstein (B)
Kristianna Winther Poulsen (C)
Súna Mørk (C)
Annika Olsen (A)
Ruth Vang (F)
Fastir limir í trivnaðarnevndini eru:
Súna Mørk (C)
Bjørg Dam (C)
Kristianna Winther Poulsen (C)
Jákup Dam (E)
Gunvør Balle (E)
Fastir limir í eldranevndini eru:
Kristianna Winther Poulsen (C)
Súna Mørk (C)
Kári Johansen (C)
Annika Olsen (A)
Birgir Nielsen (A)
Fastir limir í vinnunevndini eru:
Kári Johansen (C)
Tróndur Sigurðsson (C)
Kiristianna Winther Poulsen (C)
Birgir Nielsen (A)
Elsa Berg (E)
Í tilbúgvingarnevndini sita nú Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein og Annika Olsen. At enda var val av einum limi í SEV-nevndina. Fastur limur er Kári Johansen.
Nýggja býráðið tekur við 1. januar 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald