Uttanlands

New York: Deyðstalið farið uppum 3.500 og 15.000 innløgd

New York hevur fleiri enn 113.000 koronatilburðir, og guvernøruruin, Andrew Cuomo, væntar, at talið á smittaðum fer at toppa innanfyri komandi tvær vikurnar

New York City (Savnsmynd)

New York City (Savnsmynd)

2020-04-05 10:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Staturin New York er amerikanski miðdepilin hjá koronasmittuni, og har er talið á deyðum nú farið uppum 3.500. Eisini eru fleiri enn 113.000 tilburðir av COVID-19 skrásettir har.

Guvernørurin í New York, Andrew Cuomo, sigur seg vænta, at talið á smittaðum fer at toppa innan fýra til 14 dagar, og borgarstjórin í New York City, Bill de Blasio, hevur biðið øll heilsustarvsfólk um at hjálpa til.

– Tit sum ikki longu eru partur av stríðnum: Vit hava brúk fyri tykkum, sigur hann sambært DR.

Í gjárkvøldið boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump frá, at hann sendir 1.000 hernaðarlæknar og sjúkrarøktarfrøðingar til New York City.

Men tað er ikki bara læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum tey mangla í New York. Eisini er tørvur á fleiri andingartólum og verndarútgerð. Á SUNY Downstate Medical Center í Brooklyn, mugu læknar eitt nú brúka regnkápur og ruskposar, av tí at tey skjótt ongan verjubúna hava eftir.

– Vit kunnu ikki bíða eftir útgerðini, vit noyðast at vera kreativ, sigur sjúkrahússtjórin, Wayne Riley við CNN.

New York hevur leingi biðið um hjálp at fáa fleiri andingartól til sjúkrahúsini, og nú hevur staturin Oregon valt at lata 140 andingartól til New York, meðan kinesisku milliardingarnir Jack Ma og Joseph Ta, sum hava stovnað internetrisan Alibaba, hava latið 1.000 andingartól til statin.

Sambært seinastu tølunum eru 15.000 sjúklingar innlagdir við COVID-19 í New York, og av teimum hava 4.100 tørv á intensivari viðgerð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder