Í gjár skrásetti amerikanski staturin, New York 207 nýggj andlát. Hetta er lægsta talið síðan síðst í mars, upplýsir Andrew Cuomo, guvernørur í statinum.
Sambært uppgerð frá Johns Hopkins University eru 26.641 andlát skrásett í New York orsakað av koronasmittuni. Sostatt er New York tann staturin, sum er harðast raktur. Næsthægsta talið á andlátum er í grannastatinum New Jersey – gott 9.300.
Talið sunnudagin er ein lítil minking í mun til dagin fyri, har 226 andlát vórðu skrásett í New York. Eisini er tað lægsta talið síðan 27. mars.
Talið á nýggjum innleggingum og talið á sjúklingum, sum enda á intensivari deild er eisini minkandi, skrivar Ritzau.
Næstan helvtin av íbúgvunum í statinum búgva í New York City, har meginparturin av andlátunum eisini eru skrásett. Ein stórur partur av hesum á ellis- og røktarheimum.
Tó vórðu nýggj tiltøk, sum skulu verja tey eldru eisini kunngjørd í gjár. Øll starvsfólk, sum arbeiða á røktarheimi skulu kannast fyri koronasmittu í minsta lagi tvær ferðir um vikuna, og sjúklingar, sum verða útskrivaðir eftir at hava havt COVID-19 sleppa fyrst inn aftur á røktarheimið, tá kanningar vísa negativ úrslit.
Tað eru tey eldru, sum skulu raðfestast hægst, tí tað er millum tey, at sjúkan nørist, sigur Andrew Cuomo.
Síðan 1. mars eru 5.400 búfólk á ellis- og røktarheimum deyð við COVID-19. Tað svarar til uml. 20 prosent av øllum andlátunum í statinum.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald