2019-07-05 08:52
Eysturkommuna ger vart við, at neyðugt er við koyriloyvi í Syðrugøtu á G! festivalinum.
Koyriloyvini til bilar, skrásettir í Syðrugøtu, kunnu avheintast í ovaru hædd í Valhøll týsdagin tann tann 09. juli millum kl 16.00 – 19.00.
Eisini er neyðugt við koyriloyvi til vitjandi.
Av trygdarávum er tað ein treyt – eins og undanfarin ár – at bilar hjá vitjandi skulu standa inni á matriklinum hjá tí, sum vitjað verður.
Gestaloyvini verða útflýggjaði saman við tykkara egna koyriloyvi.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald