Fyrrverandi skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, varð í gjár handtikin og avhoyrd av løgregluni í Skotlandi í sambandi við kanningum av einum máli um møguligt svik við stuðulspengum hjá skotska tjóðskaparflokkinum SNP.
52 ára gamla Sturgeon var fyrstiráðharri í Skotlandi frá november 2014 til mars 2023. Maður hennara, Paul Murrel, ið hevur verið fyristingarligur leiðari hjá SNP, varð handtikin og avhoyrdur í apríl. Hann var tó leyslatin aftur uttan skuldseting.
Málið, sum byrjaði í 2021, snýr seg um, hvussu ein upphædd á 5,2 milliónir í okkara krónum varð brúkt. Tá pengarnar komu inn, vórðu teir settir av til átøk til frama fyri skotskari loysing, men klagað hevur verið um, at teir vórðu brúktir til onnur endamál.
Bæði skrivstovan og bústaðurin hjá Sturgeon er rannsakað, skrivar Ritzau.
Nicola Sturgeon varð leyslatin í gjárkvøldið eftir at hava verið í varðhaldi hjá løgregluni í meira enn seks tímar. Sturgeon varð leyslatin uttan skuldseting.
Í dagføring á Twitter skrivar fyrrverandi skotski fyrstiráðharrin, at hon var skelkað.
– At vera í tí støðuni, sum eg var í í dag (sunnudagin, red.), tá eg veit, at eg ikki hava framt nakað brotsverk, er bæði ein skelkur og sera ørkymlandi, skrivar hon m.a. sambært DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald