Innanlands

Nicolina Therkildsen heiðrað við kongaligum heiðursmerki

Fekk kongaligt heiðursmerki fyri trúgva tænastu í 50 ár. Nicolina Therkildsen hevði í dag 50 ára starvsdag í Betri

2020-07-01 18:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag, 1. juli, hátíðarheldur Nicolina Therkildsen 50 ára starvsdag í Betri. Í hesum sambandi fekk hon kongaligt heiðursmerki fyri trúgva og sera góða tænastu.

Í 1970 byrjaði Nicolina Therkildsen í táverandi Tryggingarsambandi Føroya. Har starvaðist hon fram til 1980, tá hon byrjaði í táverandi Føroya Sparikassa, nú Betri Banka. Har hevur hon starvast til í dag og hátíðarheldur tí 50 ár í Betri samtakinum.

Nicolina hevur havt nógvar álitissessir í samtakinum. Hon hevur røkt allar sínar arbeiðsuppgávur við ágrýtni og drívmegi. Tað er týdningarmikið fyri Betri samtakið, at starvsfólk støðast og eru trúføst. 50 ára starvsdagurin hjá Nicolinu talar fyri júst hesum, og tí er tað ein gleði at heiðra hana við serstaka kongaliga heiðursmerkinum.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder