
Tey trý hava verið í Vági áður - sum gestir og sum virkin listafólk í bygdini. Nú, tvey ár eftir virkna tíðarskeiðið í Vágs bygd, verða Floortje Zonneveld, Martijn Bastiaans og Eva Bullens skjótt at síggja aftur.
- Í 2022 vitjaðu vit fyrstu ferð í Vági og vórðu bergtikin av bygdini og samfelagnum. Á heysti 2023 búðu vit í Vági í 3 mánaðir, har vit arbeiddu við felags listaverkætlanini "Tíðin millum okkum". Nøkur av úrslitunum av verkætlanini eru: Sitimátturnar í Miðlatun, ein stuttfilmur um Vágs kommunu og fleiri ljóðsøgur, sum kunnu upplivast á ymiskum støðum í Vági.
Soleiðis skriva tey trý úr Niðurlondum á vagur.fo. Hetta í sambandi við, at tey nú aftur skulu virka í Vági.
Hetta verður frá seint í september til seint í oktober. Listafólkini skulu arbeiðia við eini nýggjari verkætlan. Hendan verkætlanin er gjørd við tilfari frá videosavninum, sum Sævar Halldórsson og Pauli Poulsen hava savnað í 40 ár, skrivar Vágs kommuna.
Á Gørðunum verður bæði vístur stuttfilmur og ein videoinstallasjón, sum er eitt úrslit av arbeiðinum tey hava gjørt. Næmingar úr Vágs Skúla fara eisini at skapa síni egnu verk við íblástri av savninum og Ruth Smith.
Frumsýning av heimildarfilminum verður leygardagin 18. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald