Innanlands

Føroyskt par skal gjalda næstan 27.000 krónur fyri føðing í Føroyum

Hetta hevur Landssjúkrahúsið avgjørt útfrá galdandi kunngerð

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-01-28 14:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í oktober í fjør átti Rósa Heinesen fyrsta barnið hjá sær og unnustanum, Niels Strøm Rødgaard. Tey eru búsitandi í Keypmannahavn, har Niels er í gongd við sína útbúgving á Roskilde Universitet. Rani varð føddur í Føroyum, tí mamma Niels lá til tað seinasta í heyst orsaka av krabbameini, og parið ynskti tí, at Rósa skuldi eiga á landssjúkrahúsinum.

Tað varð tó gjørt greitt, at ein rokning á minst 26.000 fór at verða send. Sambært galdandi reglum skal mamman vera búsitandi í Føroyum ella lesandi uttanlanda, um føðingin ikki skal kosta. Tað er ikki nóg mikið, at pápin at barninum er tað, og serligu umstøðurnar spældu ongan leiklut í hesum.

Les eisini: Føroyskt par fær stóra rokning fyri barnsburð í Føroyum

Málið fekk landstýrismannin, Kaj Leo Holm Johannesen, at hyggja uppá lógina.Tað hevur gjørt, at hann hevur sent eitt uppskot til hoyringar. Ætlanin er, at undantakið, sum loyvir lesandi føroyingum at eiga sítt barn ókeypis heima í Føroyum, eisini skal galda, um bert annað av foreldrunum er skrásett sum lesandi.  

Les eisini: Kunngerðin verður nú broytt: Eingin lesandi skal gjalda fyri at eiga í Føroyum

Kaj Leo Holm Johannesen heitti eisini á Landsjúkrahúsi um at taka málið upp av nýggjum, og hetta er gjørt: Nú hava Niels Strøm Rødgaard og Rósa Heinesen fingið rokning á beint undir 27.000 krónir sendandi. Trupulleikin hjá teimum er, at nýggja kunngerðin ikki er komin í gildið enn. Landssjúkrahúsið fyriheldur seg til galdandi kunngerð, og tískil fer tað at kosta parinum nógv, at tey áttu sín son á Landssjúkrahúsinum.

Í útvarpstíðindunum í gjár greiddi Niels Rødgaard frá sínari frustatión um støðuna. Tey kenna seg vónsviknan og skilja ikki, hví hædd ikki er tikin fyri sínari serstøku støðu. Hann sigur, at tey hava fingið fleiri tilboð frá fólki um at skipa einari innsavnan, og hóast tey eru hjartans takksom fyri tað, so fara tey fyrst í holt við at fara so langt við málinum sum gjørligt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder