
- Tað verður ein oyggjarveitsla, sum bert vit kunnu gera saman: Nik & Jay og okkara elskaðu Føroyar.
Hetta siga Nik & Jay í stuttari heilsan til føroyingar, í samband við at kendi danski popprappbólkurin skal spæla á Summar Festivalinum hóskvøldið 7. augus.
Niclas "Nik" Petersen og Jannik "Jay" Brandt Thomsen hava í meira enn tjúgu ár rappað og sungið fyri stóru og breiðu fjøldini
– Vit gleða okkum ótrúliga nógv til at koma til Føroya at spæla á Summar Festivalinum, siga Nik & Jay.
Til ber at síggja heilsanina hjá kendu dønunum her
Danirnir hava verið virknir síðani 2002 og hava hittað við sangum sum "Hot", "Elsker hende mere", "Lækker", "En dag tilbage", "Mod solnedgangen"og "Boing"
Nik & Jay hava áður framført í Føroyum - hetta á Voxbotn.
Teir spæla á Vágsbøi í Klaksvík hóskvøldið klokkan 22.
Sí eisini - myndir: - Rigga til rimmar veitslu í Klaksvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald