Í 2017 gjørdi Magnus Heinason átta kanningarferðir á sonevnda K-skurðinum, í ein útsynning úr Koltri, sum liður í einari verkætlan sum m.a. var stuðlað av Fiskivinnuroyndum. Frágreiðing um verkætlanina er nú tøk her.
Endamálið við verkætlanini var at kanna djóraæti á føroyska landgrunninum fyri at fáa meiri vitan til vegar um nøgd og samanseting av ymiskum sløgum í tíð og stað og um hetta kann setast í samband við atferð hjá makreli á Landgrunninum og tilgongd av toski.
Kanningarnar á K-skurðinum 2017 vístu m.a. at nøgdirnar av djóraæti vóru munandi størri uttan fyri Landgrunnin um várið og tíðliga á sumri, men seinnu helvt av sumrinum og út á heystið var øvugt, tvs. meira av æti var inni á Landgrunninum enn uttanfyri. Sannlíkt er at hetta er orsøkin til, at makrelur ikki leitar inn á Landgrunnin í munandi nøgdum, fyrr enn seint á sumri, skrivar Havstovan á heimasíðuni. Samansetingin av djóraæti á K-skurðinum um várið og út á summarið 2017 passaði sera væl til fyritreytirnar at koma undan hjá fiskayngli, soleiðis at longu í mars var væl av smáum djóraæti og harafturat ein ávís gýting av reyðæti. Tað vísti seg eisini á yngultúrinum hjá Havstovuni í 2017 at nógv var at fáa av yngli og talið av toskayngli var yvir miðal. Harafturat vísa stovnsmetingarnar í 2018, at tilgongdin av 1 ára gomlum toski (2017-árgangurin) er væl yvir miðal.
Úrslitini frá kanningini hava eisini víst, at nøgdirnar av djóraæti broytast sera skjótt. Stórar nøgdir av reyðæti vórðu í mai – eitt tíðarskeið har Havstovan higartil ikki hevur havt møguleika at raðfesta kanningar av djóraæti á Landgrunninum. Men í juni var nøgdin minkað niður í næstan einki.
Forvitnisligt hevði verið at sæð líknandi kanningar í fleiri ár fyri at kanna, um og hvussu samanseting av djóraæti um várið og út á summarið broytist millum ár. Hetta hevði verið virðismikil vitan, sum kundi givið neyvari ábending um, hví t.d. botnfiskatilgongdin er so ymisk frá einum ári til annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald