Mentan

Nógv á skránni á Ljósfestini í ár

Leygardagin 13. august verður aftur Ljósfest í Vági

Í fjør var Ljósfest aftur hildin til heiðurs fyri Elverkinum í Botni, sum tá bleiv 100 ár tann 18. juli 2021 (Savnsmynd)

Í fjør var Ljósfest aftur hildin til heiðurs fyri Elverkinum í Botni, sum tá bleiv 100 ár tann 18. juli 2021 (Savnsmynd)

2022-07-18 09:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 13. august verður árligi mentanardagurin í Vági – Ljósfest.

Eins og undanfarna árið, er dagurin samansettur av mentanarligum tiltøkum og tónleiki. Heitið Ljósfest stavar heilt afturi frá 1921, tá vágbingar hátíðarhildu Ljósfest fyri Elverkinum í Botni og tað, at streymurin kom til Vágs.

Í fjør var Ljósfest aftur hildin til heiðurs fyri Elverkinum, sum tá bleiv 100 ár tann 18. juli 2021. Ljósfestin í fjør, sum tó varð hildin á heysti, var ein samanrenning mentanarligum, søguligum og tónleikaligum tiltøkum.

Í ár skipar Vágs Kommuna aftur fyri Ljósfest. Mentanardagurin verður, sum áður nevnt, leygardagin, 13. august, og hevur dagurin eina fjølbroytta skrá, sum byrjar klokkan 11.

Úr skránni, sum sæst her, kann nevnast, at barnatiltak verður á pallinum í miðbýnum, listaframsýning verður í Miðlatúni og sølutorg við hondvirkaðum lutum verður í tjaldinum, skrivar Vágs kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder