
- Tað er als ikki óvanligt; tað er so at siga hvønn dag, at onkur ringir inn um hetta.
Soleiðis sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í høvuðsstaðnum um tað at fáa fráboðanir um djór, sum eru yvirkoyrd.
Hann staðfestir tó, at seinasta samdøgrið vóru óvanliga nógvar fráboðanir. Talan var um fimm ákoyrd djór á ymiskum støðum.
Fráboðanirnar komu úr Kollafirði, Kvívík, Runavík og úr Vági.
Hetta vóru millum annað seyðir, sum ganga leysir og ymsastaðni, har teir ikki burdu verið.
Í mun til mál á vegnum, so kundi vatkleiðarin eisini greiða frá, at tveir bilførarar fingu bót og klipp fyri at koyra ov skjótt á einum strekki tætt við Sandavág í gjárkvøldið.
Ein koyrdi 107 kilometrar um tíman, og ein annar koyrdi 108 km/t.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald