Innanlands

Nógv bíða eftir úrsliti

So nógvar kanningar eru gjørdar seinastu dagarnar, at tað tekur langa tíð áðrenn úrslitini eru klár

2020-08-09 18:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Metnógvar kanningar eru gjørdar seinastu dagarnar. Meðan tað ikki vóru gjørdar fleiri enn túsund kanningar um dagin tá korona herjaði í vár, so verða tað nú gjørdar nógv fleiri kanningar.

Fríggjadagin vóru 4541 kanningar gjørdar, og hetta er met nógv. Av tí sama tekur langa tíð áðrenn øll úrslitini eru klár.

Framvegis eru 429 kanningar frá fríggjadegnum, sum ikki eru liðugt greinaðar, meðan 1790 kanningar frá í gjár ikki eru kannaðar.

Tey sum eru kannaði verða tí biðin um at vera varin.

Smittuútbreiðslan av korona í Føroyum er minkað nakað síðani 38 koronatilburðir vórðu staðfestir mikudagin. Tølini fyri hósdagin og fríggjadagin eru ávikavist 16 og fyribils 8.

Í alt hava nú 303 persónar fingið staðfest smittuna. Í gjár vórðu 22 teirra staðfest frísk. Talan er um teir útlendsku sjómenninir, sum fingu staðfest smittuna fyri ólavsøku.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder