
Undirtøkan millum fólkið fyri Bárði á Steig Nielsen sum løgmanni er niðureftirgangandi.
Tá Spyr.fo fyri Blaðið Vikuskifti í farnu viku spurdu veljarar um hvønn tey halda skal vera løgmaður eftir næsta løgtingsval, vóru tað 21,9 prosent, sum svaraðu Bárður á Steig Nielsen.
Sostatt hevur sitandi løgmaður munandi lægri undirtøku nú, enn hann hevði á teimum undanfarnu kanningunum. 30 mars peikaðu 27,5 prosent á sitandi løgmann, og 29. juni vóru tey 26,8 prosent.
Hinvegin økist undirtøkan fyri undanfarna løgmanni, Akseli V. Johannesen. Nú eru 36,7 prosent av veljarunum, sum ynskja formann Javnaðarfloksins aftur í løgmanssessin.
Les meira um veljarakanningina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald