Innanlands

Nógv fólk á Gráfelli á longsta degi

120 fólk gingu niðan á Føroya næsthægsta fjall

Áleið 120 fólk gingu niðan á Gráfelli á longsta degi

Áleið 120 fólk gingu niðan á Gráfelli á longsta degi

2018-06-22 11:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ársins longsti dagur var í gjár, og á longsta degi nýta fólk ofta høvið at gera okkurt serligt burturúr. Fleiri eru, sum dáma væl at ganga í fjøllini hetta kvøldið, og soleiðis var eisini í gjár. 120 fólk nýttu høvi at ganga niðan á Føroya næsthægsta fjall, Gráfelli.

Visit Eysturoy og Hiking.fo skipaðu fyri og Jan Thomsen var ferðaleiðari á túrinum, sum vardi áleið 6 tímar. Byrjað varð um 19-tíðina, og túrurin var liðugur áleið kl. 00:30. Hýrurin var góður, veðrið var av tí fagrasta og á vegnum fingu gongufólkið okkurt at leska sær við. Tíverri var ov tjúkt í luftini til at sólin sást seta.

Gráfelli er 856 metrar høgt og liggur í norðara parti av Eysturoynni, tætt við Funningi. Gráfelli liggur eisini nær við Slættaratindi, sum við sínum 882 metrum er Føroya hægsta fjall. Bláaberg, sum er 640 metrar høgt, skilir fjøllini.

Á veg oman aftur fóru nøkur av gongufólkunum við ferðaleiðaranum yvir á Manssetur vestanfyri Gráfelli. Manssetur er 615 metrar høgt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder