Innanlands

Skammar seg ikki av kavalergong

Føroyski politikarin í Liberal Alliance, Sólbjørg Jakobsen, var í troyggju, sum hoyrir til føroysk klæðir, tá fólkatingsárið byrjaði týsdagin

(Mynd: Sólbjørg Jakobsen / Instagram)

(Mynd: Sólbjørg Jakobsen / Instagram)

2025-10-08 22:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur skapt eitt sindur av uppmerksemi, at Sólbjørg Jakobsen var í troyggju, sum hoyrir til føroysk klæðir, tá fólkatingsárið byrjaði týsdagin.

Á myndini, sum hon hevur lagt út á sín Instagram vanga, sæst eitt sindur av kavalergong, og tað hava fleiri viðmerkt. Men hesum skammast Sólbjørg Jakobsen ikki av.

- Eg bar troyggjuna við gleði og stoltleika. Og ja, tað var eitt sindur av kavalergong. Soleiðis síggja klæðini út á mær, skrivar føroyski politikarin í Liberal Alliance.

- Men eg fari ikki at skamma meg yvir míni klæðir ella feminima úttrykk. Eg búgvi tíbetur í einum landi, har ikki bara orðið er frítt - eisini fyri tær keðiligu týpurnar - men har kvinnur ikki verða tvingaðar til at fjala seg, tiga ella pakka seg inn í ávís klæðir fyri at "uppføra seg ordiligt", skrivar Sólbjørg Jakobsen, og leggur afturat, at tað bara vóru 2-3 cm av kavalergong.

[object Object](Mynd: Sólbjørg Jakobsen / Instagram)

Tað sum Sólbjørg Jakobsen tó ikki nevnir er, at flestu viðmerkingarnar snúgva seg ikki um føroysku klæðini, men um viðmerkingarnar, hon hevur um aktivistar og Gaza.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder