2025-10-10 12:43

Dagføring kl. 13:15: Øll hava streym aftur, boðar SEV frá.
--
Dagføring kl. 12:48: Vit frætta at streymurin er aftur í parti av Havnini og eisini parti av Eysturoynni.
Men heimasíðan hjá Sev sigur, at tað framvegis er blackout í meginøkinum, og at arbeitt verður at umvæla brekið
--
Blackout er í meginøkinum.
SEV sigur, at tey arbeiða við at finna og rætta brekið sum skjótast.
Tað kann taka umleið ein tíma áðrenn øll hava streym aftur, sigur SEV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald