Í nátt hava nógv fólk verið í býnum eitt nú í sambandi við konsert í Høllini á Hálsi, og løgreglan hevur tí havt úr at gera.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey hava fingið nógvar fráboðanir um fólk, sum hava ligið avdottin. Hetta var serliga millum klokkan eitt og fýra í nátt.
Løgreglan kemur tí við einari áheitan á fólk, sum síggja fólk liggja avdottin, um sjálvi at royna at fáa tey á føtur aftur, áðrenn ringt verður eftir løgregluni.
Tað er ofta, at fólk ringja til løgregluna um avdottin fólk uttan at fara yvir til tey fyrst, og løgreglan hevði ynskt, at fólk heldur fóru yvir at kanna støðuna, áðrenn tey ringja, tí ofta vísir tað seg, at tað er ikki neyðugt við hjálp frá løgregluni.
– Um tað er onkur, mann kennir, kann mann eisini ringja eftir avvarðandi hjá persóninum heldur enn løgregluni, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at ber ikki til at fáa viðkomandi á føtur aftur, er støðan sjálvandi ein onnur.
Í nátt hevur løgreglan eisini havt tveir sovandi gestir á støðini. Tveir vórðu handtikinir fyri at vera ólátaðir í býnum. Tann eini vildi ikki siga, hvør hann var, sum mann hevur skyldu til, tá løgreglan spyr, og hin verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar fyri m.a. at sláa niður á ein løgreglubil.
Eisini hevur løgreglan tikið tveir bilførarar fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka. Hetta hendi í høvuðsstaðnum stutt eftir klokkan fimm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald