Nógv fólk vóru í býnum í nátt kring alt landið, men sum heild hevur verið stak friðarligt, og fólk hava skikkað sær væl, sigur løgreglan.
Løgreglan var í nátt úti og vitjaði skeinkistøð kring landið – í Havn, Runavík, Klaksvík og á Tvøroyri. Har var tó einki at finnast at nakrastaðni.
Eisini hevur løgreglan havt eitt málrættað átak móti rúsdrekkakoyring í Syðrugøtu. Tey steðgaðu eini 60 bilum, men eisini har var alt í lagi.
Eisini var løgreglan uppringd tvær ferðir um fólk, sum vóru um at fara til hendurs í høvuðsstaðnum, men tá løgeglan kom á staðið var alt friðarligt.
– Vit hava havt nógv at gjørt, men einki mál, sigur vaktleiðarin á politistøðini við Portalin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald