Innanlands

Nógv fólk og gott lag í býnum í nátt

Men frástøðan varð ikki hildin í høvuðsstaðnum í nátt

Frá setanini í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

Frá setanini í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-29 09:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevur havt úr at gera í nátt, men tó ikki uppgávur av serliga álvarsligum slag.

Tað staðfestir vaktleiðarin á politistøðini í Havn, nú friður nøkulunda er lagstur yvir høvuðsstaðin eftir fyrru ólavsøkunáttina.

Nógv fólk hevur verið í býnum, og lagið hevur verið gott. Og í takt við at rúsandi løgurin er komin innanborða, hava fólk – eins og væntað varð frammanundan – gloymt tilmælini um at halda frástøðu.

- At minna fólk á at halda frástøðu er vorðið ein partur av okkara dagliga arbeiði. Í nátt hava vit havt gongupatrúljur gangandi úti í býnum alla tíðina, og tey hava eisini mint fólk á frástøðutilmælið, men tað er ein sannroynd, at tað ikki er eydnast at fáa øll at gera tað, staðfestir vaktleiðarin.

Á politistøðini fegnast tey um stóra arbeiði, sum samarittarnir hjá Reyða Krossi hava gjørt á ólavsøku.

- Tey hava tikið sær av so at siga øllum teimum fullu fólkunum, sum hava verið í miðbýnum, og tað hevur lætt ómetaliga nógv um arbeiðið hjá løgregluni.

Løgreglan hevur tó fingið nógvar fráboðanir um full fólk. Tann fyrsta fráboðanin kom longu áðrenn klokkan 20 í gjárkvøldið, og tann uppgávan fór – eins og so nógvar aðrar - víðari til samarittarnar.

Fleiri støður vóru, har fólk høvdu hug at fara til hendurs. Um 23 tíðina varð boðað frá eini slíkari á Vaglinum. Tá løgreglan kom á staðið, varð støðan kølnað aftur, og maðurin varð sissaður, og varð fylgdur heim av vinfólkum.

Øðrvísi var við einum øðrum manni, sum 20 minuttir seinni gjørdist illur í sær.

- Maðurin vildi ikki sissast. Okkara fólk valdu tí at taka hann inn á støðina fyri at køla mannin av. Eftir hálvanannan tíma var hann sissaður aftur, og latin leysur. Men hann verður nú skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar við tað, at hann ikki vildi upplýsa navn sítt, sigur vakthavandi.

Fleiri aðrir tilburðir um ófrið vórðu fráboðaðir, men í øllum førum, vóru fólk sissað, tá løgreglan kom fram.

Klokkan tíggju minuttir í hálvgun seks í morgun, støðgaði løgreglan einum bili, tí illgruni var um, at førarin var ávirkaður – av brennivíni ella øðrum evnum. Blóðroynd er tikin av bilføraranum, men úrslitið fyriliggur ikki enn.

Sum heild var fyrra ólavsøkunáttin sostatt ein nátt við nógvum smáuppgávum fyri løgregluna, men sum heild spældi hon væl av, ljóðar niðurstøðan hjá løgregluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder