Mentan

Nógv til bilkonsert á Flúgvarbedingini

Bilarnir flokkast á Flúgvarabedingini við Leitisvatn í kvøld. Teitur Lassen hevur konsert

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2020-04-24 21:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 20 í kvøld byrjaði drive-in konsert við Teiti Lassen á Flúgvarabedingini við Leitisvatn.

Eftir ætlan skuldi hann verið á konsertferð í løtuni, men sum so mangt annað, mátt itað víkja fyri koronastøðuni.

Og eftir myndunum at døma, sum heimasíðan jn.fo hevur fingið sendandi av Flúgvarabedingini í kvøld eru nógv, sum halda tað vera eitt gott hugskot við bilkonsert. Nógvir bilar og nógv fólk eru møtt upp.

[object Object]

Sí fleiri myndir á jn.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder