Nógv regn og okkurt sum er tipt. Tað tykist vera orsøkin til, at ein ovurstórur hylur er á vegnum við Søldarfjørð í morgun.
Løgreglan hevur fingið nógvar fráboðanir og heitt verður á fólk um at vísa ansni.
Hylurin fyllur nógv - alla breiddna á vegbreytuni - og vandi er fyri, at "auquaplaning" (vatnglíðing) kann koma fyri, tá koyrt verður har.
Hetta er, tá tamarhald verður mist á bilinum, tí at nógv vatn er á vegnum.
Løgreglan er á staðnum og roynir at hjálpa, meðan Landsverk hyggur uppá trupulleikan.
Vaktleiðarin heitir á bilførarar um at koyra varliga, tá farið verður framveig Søldarfirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald