Ein nýggj kanning frá danska Undervisningsministeriet vísir, at næstan 80 prosent av gentum í aldrinum 15-19 ár brúka yvir tveir tímar dagliga á sosialum miðlum, og 39 prosent brúka yvir fýra tímar hvønn dag.
Kanningin frá Undervisningsministeriet er grundað á spurnarbløð, sum 4488 børn og ung og 1791 foreldur hava svarað, skrivar TV2.
Kanningin vísir, at tað eru serliga gentur í aldrinum 15-19 ár, sum brúka sosialu miðlarnir nógv. Genturnar ganga nógv uppí "likes" og eru bangnar fyri at ikki at fáa eitthvørt við - og tí svara nógvar, at tær eru online eisini aftaná klokkan 22 um kvøldið.
Tað verður væntað, at mann skal svara skjótt, um vinfólk deila okkurt á sosialum miðlum, siga 52 prosent av ungu gentunum.
- Tá ið mann ikki veit, hvør hevur sent boðini, tá ið telefonin plingar, er mann noyddur líka at kanna telefonina, staðfestir kanningin.
66 prosent av teimum 15-19 ára gomlu gentunum uppliva eisini, at tað kann vera stressandi at fylgja við á sosialu miðlunum, og hetta talið er væl lægri hjá øðrum bólkum í kanningini - fyri dreingir og gentur í øðrum aldursbólkum.
Kanningin frá Undervisningsministeriet kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald