Vakurt vetrarveður í dag og nú seint seinnapartin brast hann á við stormi.
Veðurstovan sigur, at hann øtlaði vindin upp í hvassan vind ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s.
Tíðliga á kvøldinum minkar vindurin nakað niður í hvassan vind ella skrið av útsynningi, 15 til 20 m/s. Eitt skiftið um midnáttarleitið upp í storm, 23 m/s. Móti morgni frískur vindur upp í strúk, 13 til 18 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Móti middegi í morgin frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið.
Seint seinnapartin í morgin í morgin verðiur nakað frægari. Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Hitin 6 til 10 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald