Nógvir bilar í óhappi í Norðoyatunnlinum

Tveir bilførarar vóru óansnir og rendu upp í støðgaðu bilarnar frammanfyri

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-11-16 09:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað ræður um at halda frástøðuna og altíð vera varin um hvussu ferðslan gongur framman fyri teg.

Soleiðis ljóðar áheitanin frá løgregluni eftir eitt umfatandi ferðsluóhapp í Norðoyatunnlinum seinnapartin í gjár.

Eitt óhapp við einum bili, sum varð noyddur at støðga í tunnlinum førdi til eina røð av óhappum, sum rakti fleiri bilar, men sum tíbetur bert elvdi til smáar materiallar skaðar og ongan persónsskaða. Sambært Kringvarpinum var orsøkin til at bilurin mátti støðga, at hann misti eitt av hjólunum.

Teir fyrstu bilarnir, sum komu aftaná bilin, sum máttu støðga, megnaðu eisini at støðga, men førarin í tí fimta bilinum var gáloysin, og rendi upp í tann aftasta støðgaða bilin.

Og sama skil var við einum bili, sum kom nógv seinni. Hesin bilførarin helt ikki frástøðu og ansaði heldur ikki nóg væl eftir, og rendi upp í hekkuna á bilinum frammanfyri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder