Í dag eru góðir møguleikar at tosa í telefon, meðan ein situr við róðrið - uttan at halda í sjálvari fartelefonini.
Hetta við millum annað Bluetooth og AirPods.
Men tað eru framvegis nógvir bilførarar, sum síggjast við telefonini í hondini, og týsdagin tók løgreglan fimm fólk. Øll tosaðu í telefon, meðan tey koyrdu - og hildu telefonini.
Hetta upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun. Hetta kostar bót og klipp.
Tað kann tað eisini gera, um ein koyrir ov skjótt - væl yvir hámarksferðina. Og soleiðis var hjá bilførara Millum Fjarða.
Harvið seks mál, seks klipp og seks bøtur tá ferðslupatruljan var úti í gjár. Annars var ikki nógv á sjálvari døgnrapportini hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald