Innanlands

Nógvir seglbátar vitjað Vág í summar

Higartil í summar hava 50 bátar við meira enn 120 fólkum hava lagt at kei í Vági og tað koma fleiri afturat

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2025-08-23 16:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í summar hevur Vágs havn fingið vitjan av sera nógvum seglbátum. Í alt hava 50 bátar við meira enn 120 fólkum umborð lagt at kai og væntast kann, at fleiri koma afturat í ár.

Hetta skrivar Vágs kommuna á heimasíðu sínari.

Fyrsti seglbáturin kom á Vág um miðjan mai og síðani tá hava nógvir bátar lagt leiðina inn á Vágsfjørð. Seglbátarnir koma ofta sunnanífrá, har teir hava silgt framvið bretskuoyggjunum, fyri so at koma til Vágs. Vágs havn er fyrsta havnin hjá hesum bátum, tá teir koma í føroyskt sjóøki.

Bátarnir liggja vanliga í nakrar dagar í Vági, har manningin rindar møðina eftir ein túr á góðar 36 tímar. Eisini ger manning brúk av nógvu ferðavinnuhentleikunum, sum eru í Vági og í oynni, áðrenn leiðing gongur víðari norðureftir, har flestu bátarnir steðga í Tórshavn. Afturmeldingarnar frá bátunum eru jaligar og okur uppliva, at fleiri av bátunum steðga á aftur, tá ið teir sigla suðuraftur móti bretskuoyggjunum.

Flestu seglbátarnir hava uppruna í evropeiskulondunum, men onkur kemur úr fjarskotnum londum, sum Avstralia og Saint Vincent og The Grenadines.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder