Innanlands

Nógvir sløkkiliðsbilar við Hotel Brandan: Eingin vandi á ferð

Nøkur hvukku helst við tá nógv blá ljós vóru uttanfyri Hotel Brandan í Havn seinnapartin. Talan var um jólahald hjá Tórshavnar sløkkiliði

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-12-18 18:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nøkur av teimum, sum koyrdu framvið Hotel Brandan seint seinnapartin, munnu hava fingið ein hvøkk, tí har stóðu ein rúgva av sløkkiliðsbilum uttanfyri.

Einki stórvegis var á vási kortini, tí talan er um jólahald hjá Tórshavnar sløkkiliði, verður upplýst av løgreglustøðini í kvøld.

Annars hevur løgreglan í dag havt nógv samskifti við bilførarar, sum standa fastir á landsvegunum kring landið. Boðini verða givin víðari til Landsverk, sum roynir at grava sum frægast.

Tá vit tosaðu við vakthavandi á løgreglustøðini fyri løtu síðani, var tað ein bilførari sum bíðaði til ein gravmaskina hjá Landsverki kom at grava.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder