Innanlands

Ríkiligt av pengum til verkfall í langa tíð

Sjúkrarøktarfrøðingarnir kunnu vera í verkfalli í hálvt annað ár til tvey ár, sigur forkvinnan

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2023-09-28 15:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðaði seinnapartin frá umfatandi verkfalli í sjúkrahúsverkinum frá mánadegnum 2. oktober klokkan átta.

Og nokk av pengum er at fara í verkfall við. Tað sigur forkvinnan við útvarpið.

- Vit hava ráð til at vera í verkfall leingi. Eg roknaði út at vit kunnu vera í verkfalli í 18 mánaðir til tvey ár, segði Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, við útvarið.

Verkfallið er galdandi allar sjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar og varaleiðarar/toymisleiðarar frá mánadegi 2. oktober 2023 klokkan 8, ið arbeiða á niðanfyri standandi deildum:

Landssjúkrahúsið
• A2
• A3
• B5
• B6
• B7
• B8
• G1
• G4
• P40/PI
• P40/PA

Klaksvíkar Sjúkrahús:
• KS-3 seingjardeildin

Suðuroyar Sjúkrahús:
• Seingjardeildin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder