Innanlands

Ákærdu nokta seg sek

Fyrrapartin byrjaði viðgerðin av málinum um tveir menn og eina kvinnu, sum eru ákærd fyri at hava neyðtikið eina 17 ára gamla gentu í 2016

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-02-24 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin byrjaði viðgerðin av málinum móti trimum fólkum í 20unum, sum m.a. eru ákærd fyri at hava neyðtikið eina 17 ára gamlu gentu í Havn í 2016.

Talan er um tveir menn og eina kvinnu, og skal Føroya Rættur taka støðu til tilsamans 33 ákærur. 

Eini maðurin og kvinnan eru ákærd í tveimum tilburðum, meðan hin maðurin er ákærdur í 32 tilburðum. Øll trý nokta seg sek í ákæruni um neyðtøku.

Sambært Kringvarpinum hevur 28 ára gamli maðurin, sum er ákærdur í 32 tilburðum, játtað seg sekan í at hava ólóglig vápn og hash. Hann er eisini ákærdur fyri m.a. blygdanarskemd móti 17 gentum heilt niður í 13 ára aldur, og fyri at hava barnapornografiskt tilfar.

Hoyr innslagið her.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder