Mentan

Nólsoy fingið heilt serligt staðarmerki

Skeltið kann verða standandi í eini 5-10 ár, sigur Nikolaj Falck, stigtakari

Mynd: Klippfisk

Mynd: Klippfisk

2018-07-01 18:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri hildu tað vera photoshop, tá mynd av Nóllywood-skeltinum varð deild á sosialu miðlunum, men skeltið á myndini er ordiligt.

Nóllywood skeltið minnir ikki sørt um vælkenda Hollywood skeltið, sum uprunaliga var eitt lýsingarskelti fyri ein húsameklara. Skeltið hevur staðið í fjøllunum í Los Angeles í USA síðan 1923, og 50 ár seinni varð tað skýrt at vera eitt søguligt minnismerki.

Tað eru teir báðir Nikolaj Falck og Beinir Poulsen, ið hava tikið stig til at gera Nóllywood-skeltið.

"Vit fingu hugskotið longu tá Nóllywood skuldi vera fyrstu ferð, men seinni flutti filmskúlin úr Nólsoynni aftur, og so hugsaðu vit 'gott er', men nú tá vit hoyrdu, at filmskúlin skuldi vera úti í Nólsoynni aftur, hugsaðu vit, at nú skuldi tað vera," sigur Nikolaj Falck við Portalin.

"Vit byrjaðu at gera skeltið mánadagin, og brúktu kvøldarnar uppá at mála tað, og í gjár varð tað sett upp."

Enn er ikki greitt, hvussu leingi skeltið fer at standa, men í løtuni eru fólk øgiliga spent og glað um skeltið, sigur Nikolaj Falck. Nólsoy er eisini vorðin sum ein lítil filmsbygd, av tí at fleiri filmsfólk búgva har.

"Skeltið er gjørt úr stoypiplátum, ið eru málaðar hvítar, so tað kann standa alt árið og heldur í hvussu so er eini 5-10 ár, um tað verður væl viðlíkahildið," sigur Nikolaj Falck.

Klippfisk skipar fyri filmsummarskúlanum Nóllywood, ið byrjaði í juli 2010 og hevur verið á hvørjum ári síðan tá. Ársins filmskúli byrjar í dag og endar 8. juli. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder