2023-07-06 17:58
Sermerkti bygningurin á Eystaru Vág í Havn var farin í órøkt, men í 2020 varð farið undir at umvæla.
Í eitt ár ella so hevur Nólsoyarstova verið undir einum plastdúki, meðan umvælt hevur verið. Í dag varð dúkurin tikin av og stásiligur bygningur er nú komin fram í ljósið.
"Knud Lambaa" plagdi at standa við gyltum stavum á rimagarðinum uppi á takinum.
Hjúnini Anna Maria og Jógvan Hans Østerø eiga Nólsoyarstovu. Íbúðir skulu vera í teimum trimum hæddunum í bygninginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald