Mong eru tey, ið hava harmast um, at ein av sermerktastu bygningunum kring Eystaru Vág í Havn er farin í órøkt hesi seinastu árini.
Vit tosa um Nólsoyarstovu í Gongini í Havn, beint undir liðini á Nýggjustovu, sum í dag hýsir róstu matstovuni Ræst. Seinast lív var í bygninginum tænti hann sum høvuðsskrivstova hjá Føroya Reiðarafelag.
Talan er um ein einaferð hábærsligan í hvítmálaðum timbri við hátúni uppi á takinum. ’Knud Lambaa’ plagdi at standa við gyltum stavum fyrr á rimagarðinum uppi á takinum. Til rimagarðurin datt niður í einum útsynnings- ella vestanstormi fyri nøkrum árum síðani.
Herfyri varð bygningurin lýstur til sølu, og nú er byggifelagið Eysturlon farið undir at skræða burtur úr fánaða bygninginum.
Ruddað og skrætt verður inn at stórviðinum fyri at innrætta seks íbúðir í teimum trimum hæddunum. Tað mesta verður koyrt burtur, men nakað av tilfarinum í bygninginum er gott og vakurt – eitt nú vøkru parketgólvini og opna trappan í norðurendanum av bygninginum.
Fyrr í vikuni var myndamaðurin Ólavur Frederiksen á vitjan í bygninginum:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald