Veðurstova Føroya var fyrstu ferð umboðað á seinasta NMM, sum var í Keypmannahavn í 2024. Tá bjóðaðu umboð fyri Noreg, sum annars stóð fyri tørni at skipa fyri næstu ráðstevnuna, Føroyum at skipa fyri ráðstevnuna í 2026.
Starvsfólkini frá Veðurstovu Føroya valdu at taka av og verður tann 34’inda ráðstevnan í hesari røðini í Føroyum í døgunum 26 - 29. mai komandi ár.
NMM ráðstevnurøðin byrjaði í 1960, og hevur síðani verið hildin annaðhvørt ár í einum av norðurlensku londunum í samstarvinum, sum nú eisini telur Føroyar.
Tað eru felagsskapir við áhuga fyri veðurfrøði, á enskum Meteorological Societies, sum vanliga standa fyri ráðstevnunum. Limirnir í slíkum felagsskapum eru í stóran mun starvsfólk á veðurstovum, men eisini fólk í vinnum, sum er tengdar at veðurfrøði og veðurmátingum, ella bara hava serstakan fakligan áhuga fyri veðrinum. Slíkur áhugafelagsskapur, sum vit kenna tað í grannalondunum, er ikki stovnaður í Føroyum enn. Tí eru tað starvsfólk á Veðurstovu Føroya, sum skipa fyri við hjálp frá felaginum GreenGate Incoming.
Høvuðsevnini á ráðstevuni eru veðurtænasta, mátingar, myndlar og vitlíki, sum í vaksandi mun verður brúkt til at gera veðurforsagnirnar. Góðar og neyvar veðurmátingar eru grundleggjandi fyri at gera haldbarar veðurforsagnir, men eisini avgerandi fyri at lýsa okkara veðurlag og hvussu tað møguliga broytist. Sum serstøk evnir umfatar skráin m.a. forsagnir um sjóstøðu og útvegan av veðurtølum til vinnuendamál.
Vinnuendamál fevnir í hesum høpi rættuliga breitt, m.a. um bygging, orkuútvinnan, ferðavinnu, flutning á landi og sjógvi, umframt fiski- og alivinnu. Sjóstøða fevnir um vindskapta aldu og rák, sjóvarfall og flóðaldur. Eisini er serstøk veðurtænasta í samband við leiting og bjarging bæði á landi og á sjónum eitt av serevnunum í skránni.
Veðurstova Føroya er yngsti og nógv tann minsti veðurstovnurin á okkara leiðum. Eitt gott samstarv við stovnarnar í grannalondunum hevur tí alstóran týðning. At fáa høvi til at skipa fyri NMM-ráðstevnuni er eitt gylt høvi at kjakast við starvsfelagar og onnur veðuráhugaði, samstundis sum vit vónandi fáa víst teimum dømir um serstøku føroysku umstøðurnar.
Veðurstova Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald