- Kringvarpið fekk fatur á upptøkum, tey ikki áttu at fingið fatur á. Ein mikrofon á Helga Abrahamsen var ikki sløkt, tá hann varð tikin inn í einarúm av høgtstandandi fyrisitingarfólki, at verða kunnaður um samráðingarnar við kinesiskar myndugleikar
Hetta skrivar Norðlýsið í kvøld. Í gjárkvøldið fekk Kringvarpið fútabann at greiða Føroya fólki frá, hvat hendi á fundinum millum føroyskar og kinesiskar myndugleikar tann 11. november.
Norðlýsið hevur frá fleiri keldum fingið at vita, hvussu Kringvarpið fekk fatur á upptøkunum. Hetta var í smabandi við eina samrøðu sum skuldi gerast við Helga Abrahamsen um eitt annað mál, at hetta hendi, at hann fór í eitt annað rúm, at vera kunnaður av einum fyrisitingarfólki
Føroya rættur viðgerð í løtuni málið.
Kringvarpið hevur greitt frá, at alment innlit fekst ikki um hvat hendi á fundinum, men at upplýsingarnir vóru komnir á annan hátt. Tá Portalurin seinnapartin vendi sær til Georg L. Petersen, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, og spurdi hvat hetta “á annan hátt” merkti, metti hann tað vera partur av fútabanninum, og harvið kundi hann ikki svara spurninginum.
Les eisini: Løgmansskrivstovan: Kringvarpið ætlaði at nýta ólógliga upptøku
Les eisini: Georg L. Petersen: Føroya fólk eigur at fáa at vita hvat er hent á hesum fundinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald