Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2018 var eitt avlop á 5 mió. kr. í mun til 8,1 mió. kr. sama tíðarskeið í 2017. Orsøkin til afturgongdina er niðurskriving av fastognum, sum eftir vitjan varð áløgd av Fíggjareftirlitinum.
Virksemið økist støðugt
Vøksturin í útlánum var 3,9 % ella 66 mió. kr. Útlánini øktust úr 1.809 til 1.875 mió. kr.
Vøksturin í innlánum var 2,0 % ella 45 mió. kr. – úr 2.227 mió. kr. upp í 2.272 mió. kr. Innlánsavlopið var 397 mió. kr. pr. 30. juni 2018.
Líkt er til, at ábyrgdarar hava álit á sparikassanum og eru væl nøgdir við rentuna, sum er 5 %. Sparikassin hevur seinastu árini merkt stóran áhuga fyri at seta pening í ábyrgdarfæ. Samlaða ábyrgdarfæið var pr. 30. juni 2018 kr. 20.135.000, móti kr. 19.806.000 við ársbyrjan 2018. Hetta er ein øking upp á kr. 329.000, ella 1,7 %.
Gjaldføri og solvensur
Gjaldførið er gott. Pr. 30. juni 2018 var yvirdekningurin sammett við lógarkravið 157 %.
Eisini solvensurin er góður. Pr. 30. juni 2018 var solvensurin 19,3 %, meðan individuelli solvenstørvurin var 10,3 %. Harvið var solvensyvirdekningurin 9 % -stig.
Samanumtikið er sparikassin nøgdur við gongdina higartil í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald