2020-04-06 16:41
Norðoya Sparikassi fer nú eisini at krevja negativa rentu, -0,75 prosent, frá privatkundum, sum hava oman fyri 500.000 krónur standandi á kontu.
Tað boðar Sparikassin frá í tíðindaskrivi ídag. Tað er lága altjóða rentustøðið og marknaðargongdin sum ger, at hetta nú verður sett í verk.
Sparkiassin ger vart við, at negativa rentan tó ikki verður galdandi fyri eftirlønarkontur og innistandandi hjá børnum og ungum.
Rentan á ávísum privatum innlánum lækkar við upp til 0,3 prosentstigum, og harumframt verða ávís tænastugjøld eisini tillagað.
Broytingarnar fáa gildi frá 6. mai 2020 og verða kunngjørdar á heimasíðu sparikassans tá tær koma í gildi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald