2018-07-13 21:48
Norðoya Sparikassi hevur sett tveir nýggjar deildarleiðarar, har annar er settur sum leiðari á kredittdeildini og hin sum leiðari á vinnukundadeildini.
Nýggi leiðarin á kredittdeildini er Elsuba Poulsen, sum seinastu tíggju árini hevur starvast sum vinnukundaráðgevi í Jyske Bank, í Keypmannarhavnar økinum.
Elsuba Poulsen hevur lisið HD í fígging á CBS.
Nýggi leiðarin á vinnukundadeildini er Tummas Martin Sólsker, sum byrjaði sum næmingur í sparikassanum í 2003 og síðani 2006 hevur starvast á vinnukundadeildini sum ráðgevi.
Tummas Martin Sólsker hevur lisið HD í roknskapi og búskaparstýring á handilsháskúlanum í Aarhus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald