Fyrsta vikuskifti í juni er Norðoyastevnan á skránni. Óvissa hevur verið um stevnurnar í juni og frameftir, eftir at landsmyndugleikarnir hava boðað frá, at mælt verður frá, at festivalar ella onnur stór tiltøk verða í fyrsta lagi fram til 1.juli.
Klaksvíkar kommuna boðar frá, at Norðoyastevnan verður í ár. Tað hevur verið greitt í eina tíð nú, at fyrst FM-róðurin verður sum vant leygardagin á Noroyðastevnu (6/6), og at KÍ og NSÍ spæla sunnudagin 7/6. Nú er greitt, at annað verður á helst á skránni, men tað veðrur tó øðrvísi enn vanligt.
Nú ber til at boða frá tiltøkum, sum skulu á norðoyastevnuskránna. Seinasta freist at senda inn er fríggjadagin 29. mai.
Norðoyastevnan verður í størsta mun skipað sum eitt stroymingartiltak. Skipað verður tískil ikki fyri tiltøkum, sum savna stórar fólkamongdir, skrivar kommunan á heimasíðu sínari, har tað er møguligt at boða frá tiltøkum.
Tiltøk, sum ikki savna stórar fólkamongdir, kunnu gerast partur av norðoyastevnuskránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald