
Tað er ikki heilt óvanligt, at tunnlar eru stongdir fyri ferðslu millum klokkan 22 og 06 vegna ymiskt arbeiði.
Soleiðis hevur verið í ymiskum tíðarskeiðum í Norðoyatunnlinum. Í kvøld, týsdagin 23. september, er tunnilin tó stongdur millum klokkan 18.00 og 21.00.
Hesum boðar tunnil.fo frá.
Portalurin hevur fingið upplýst, at eingin ferðsla verður millum Klaksvík og Leirvík hesar tímarnar vegna tilbúgvingarvenjing.
Harvið er bara at fara ígjøgnum áðrenn klokkan 18 ella eftir klokkan 21, um ein skal til Norðoyggjar úr Eysturoynni ella umvent. Talan er annars um eitt tíðarbil, har fitt av ferðslu vanliga er.
Heimasíðan tunnil.fo skrivar eisini, at Vágatunnilin steingir IKKI í kvøld sum áður fráboðað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald