Innanlands

Norðstreymoyar Javnaðarfelag fimmti ár

Hetta verður hátíðarhildið fríggjadagin frá klokkan 16 í Bygdarfelagshúsinum í Kollafirði. Talan er um almenna móttøku

Frammanundan var Javnaðarfelag í Vestmanna, men kolfirðingurin Jóannes á Kjalnesi helt at felag skuldi vera fyri alt Norðstreym og kallaði inn til at stovna Norðstreymoyar Javnaðarfelag tann 18. oktober 1974 (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Frammanundan var Javnaðarfelag í Vestmanna, men kolfirðingurin Jóannes á Kjalnesi helt at felag skuldi vera fyri alt Norðstreym og kallaði inn til at stovna Norðstreymoyar Javnaðarfelag tann 18. oktober 1974 (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2024-10-22 16:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyri 50 árum síðani vóru tað góð fólk í Norðstreymi, sum tóku seg saman um at stovna Norðstreymoyar Javnaðarfelag. Hetta verður hátíðarhildið við eini almennari móttøku í Bygdarfelagshúsinum í Kollafirði nú fríggjadagin tann 25. oktober klokkan 16.

Frammanundan var Javnaðarfelag í Vestmanna, men kolfirðingurin Jóannes á Kjalnesi helt at felag skuldi vera fyri alt Norðstreym og kallaði inn til at stovna Norðstreymoyar Javnaðarfelag tann 18. oktober 1974.

Hetta verður hátíðarhildið fríggjadagin, har skráin verður heilsan frá løgmanni, formanni Javnaðarfloksins, ein stutt framløga um Norðstreymoyar Javnaðarfelag, Rigmor Dam og Helgi Ejdesgaard siga frá um bókaverkætlan um søgu Javnaðarfloksins, Signar í Homrum spælir og Elin Maria Olsen verður við harmonikuni. Eisini verður okkurt gott til góman.

Norðstreymoyar Javnaðarfelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder