Uttanlands

Norðurkorea hevur supersoniskar rakettir

Landið hevur gjørt tvær royndarútskjótingar innan fyri tvær vikur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-01-11 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðurkorea hevur í nátt skotið eina rakett fyri aðru ferð innan fyri eina viku. Sambært suðurkoreansku Yonhap tíðindastovuni hevði rakettin eina ferð á Mach 10, sum er tíggju ferðir ferðina hjá ljóði. Tað svarar til meira enn 3.000 metrar um sekundið.

Rakettin, ið er ætlað at bera spreingiløðing, kom upp í 60 kilometra hædd og fleyg 700 kilometrar.

Royndin í nátt hendi samstundis sum trygdarráðið hjá ST hittist fyri at kjakast eina líknandi útskjóting, sum Norðurkorea framdi í farnu viku.

Landið upplýsti í síðstu viku, at rakettin, sum tá varð skotin út, var ‘hypersonisk’. Tað merkir, at hon hevði eina ferð oman fyri Mach 5.

Í Suðurkorea høvdu tey ilt við at trúgva hesum, men nú sar tað út til at vera prógvað, at Norðurkorea er ført fyri at skjóta upp supersoniskar rakettir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder