Jarðisku leivdirnar av 55 amerikonskum hermonnum vórðu í gjár fluttar úr Norðurkorea. Hetta er fyrsta sjónliga úrslitið av royndunum hjá Trump at fáa tey síðstu amerikonsku offrini úr Koreakrígnum heim til USA.
"Vit fegnast um, at Norðurkorea hevur tikið stig til jaligar broytingar," siga tey úr Hvítu Húsunum.
Flogfarið við leivdunum lendi seinni á Osan Air Base sunnanfyri Seul í Suðurkorea, har fleiri hundrað amerikanskir hermenn og avvarðandi stóðu og tóku ímóti.
Hermenn bóru tær 55 kisturnar við jarðisku leivdunum av hvørjum einstøkum hermanni. Kisturnar vóru ballaðar inn í eitt ST-flagg, ið var tað flaggið, amerikonsku hermenninir bardust undir í Koreakrígnum.
Kisturnar verða fluttar til Hawaii, har leivdirnar verða kannaðar og vónandi eyðmerktar, skrivar Berlingske.
Norðurkorea hevur fyrr latið leivdir av hermonnum, sum tó vístu seg at vera blandað við leivdir frá ókendum fólki og enntá djórum.
Amerikanski forsetin Donald Trump takkaði Norðurkoreanska leiðaranum Kim Jong-un fyri at lata USA leivdirnar.
Koreakríggið endaði við vápnahvíld fyri 65 árum síðan, men enn hevur USA ikki fingið leivdirnar av øllum hermonnunum, sum lótu lív á stríðsvøllinum, tí kríggið ongantíð fekk ein formellan enda. Eingin friðaravtala varð gjørd millum londini, og í dag hava USA og Norðurkorea heldur einki diplomatiskt samband.
Men á søguliga toppfundinum í Singapore millum Donald Trump og Kim Jong-un 12. juni í ár, lovaði Kim Jong-un at senda leivdirnar av amerikonsku hermonnunum heimaftur til USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald