Sambandsflokkurin hevur mist meira enn helmingin av teimum tólv valevnunum, sum hava verið í topp-12 yvir atkvøður fyri flokkin tey bæði seinastu løgtingsvalini.
Tey eru Magnus Rasmussen, Kaj Leo Holm Johannesen, Jaspur Langgaard, Frimodt Rasmussen, Edva Jacobsen, Rósa Samuelsen og Sámal Hanni Lognberg. Samanlagt fingu tey nakað yvir 2.000 atkvøður í 2022.
Summi eru givin í politikki, meðan síðstnevndi nú stillar upp fyri Miðflokkin. Hetta serliga vegna fosturtøkumálið, sum Eyðdis Hartmann Niclasen var við at leggja fram aftur.
Júst Eyðdis stillar upp aftur fyri Sambandsflokkin. Hetta var endaliga staðfest, tá Vága Sambandsfelag í gjárkvøldið hevði uppstillingarfund í Messuni í Sørvági týskvøldið.
Tá varð eisini greitt, at Rósa Samuelsen ikki stillar upp. Tað hevur fyrrverandi borgarstjórin, løgtingslimurin og landsstýriskvinnan annars gjørt til hvørt løgtingsval síðani 2004. Rósa Samuelsen kom ikki inn í 2022 men fekk 200 atkvøður.
Í hennara stað er Hans Kári Hansen uppstillaður. Tað skrivar jn.fo. Hann situr í bygdaráðnum í Sørvági men hevur ikki royndir í landspolitikki.
Eyðdis Hartmann Niclasen og Rósa Samuelsen á einum valkvøldið. Seinastu ferðirnar eru tær stillaðar upp saman hjá Vága Sambandsfelag (Mynd: Sverri Egholm)
Í Klaksvík er einki av teimum trimum valevnunum, sum stillað vóru upp seinast, á hesaferð.
Frimodt Rasmussen, sum hevur verið eykamaður hjá Sambandsflokkinum í valskeiðnum, stillar ikki uppaftur. Tað ger Hanna Ovadóttir heldur ikki, og Áron Sofus Vest er farin úr flokkinum vegna fosturtøkumálið. Tey fingu samanlagt 480 atvkøður seinast.
Nú vera tvey valevni stilla upp, heldur enn trý, í Norðoyggjum. Norðoya Sambandsfelag stillaði í gjár Jóan Petur Joensen og Hermann Samuelsen upp.
Jóan Petur Joensen er eiðismaður, búsitandi í Klaksvík, og er nýggjur í politikki.
24-ára gamli Hermann Samuelsen hevur longu sitið í Klaksvíkar Kommunu í yvir tvey ár. Hann er eisini kendur frá klaksvíkinginum og kappróðri, hevur ættarbond til Víkar og er av siðbundnari sambandsfamilju.
![]()
Anfinn Brekkstein er best kendur sum býráðspolitikkari. Hann stillaði ikki upp til seinasta løgtingsval, men mánadagin kom hann á Sambandslistan í høvuðsstaðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Mánadagin gjørdist endaliga greitt, at Anna Falkenberg, næstforkvinna í flokkinum, eisini stillar upp til løgtingsvalið.
Sí eisini: Eingin forðing fyri at Anna Falkenberg stillar upp til løgtingsvalið eisini
Eitt spennandi kort hjá Sambandsflokkinum í høvuðsstaðnum, har Johan Dahl stendur á odda fyri valfelagnum (Føroya Væl).
Hann stillar upp aftur, og tey bæði við flest atkvøðum hjá lista B á kommunuvalinum i Havn í 2024, eru eisini komin uppá til løgtingsvalið 26. mars.
Annar er Anfinn Brekkstein, sum hevur stillað upp til seks løgtingsval. Seinast í 2019. Hann hevur nógvar royndir í kommunalpolitikki.
Hin er Sunnvá Dahl Høgfeldt, sum fekk 145 atkvøður, fyrstu ferð hon stillaði upp til val. Nú skal Sunnvá Dahl Høgfeldt royna at koma inn í landspolitikk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald