Nú vit flest øll skulu vera heima í summar, og summarferian er longd við einari viku, fer Norðurlandahúsið at gera ein gamlan dreym til veruleika, og hava ymiskt summarvirksemi til børn og ung.
Norðurlandahúsið vil í hesum sambandi fegin hoyra frá fólki, sum hava eitt gott hugskot til eitt skeið ella eina verkstovu.
(Mynd: Norðurlandahúsið)
Áhugi er fyri øllum listagreinum og øðrum sum t.d. tøkni, politikki o.s.fr. Fyrimunur er, um verkstovan ella skeiðið hevur ein norðurlendskan vinkul, men hetta kann tulkast sera breitt, sigur Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.
Norðurlandahúsið letur samsýning til fyriskipararnar umframt høli og annað. Umsóknarfreistin er á midnátt 14. juni. Til ber at lesa meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald